Bólkar

Í Skeiva Pakkhúsi stremba vit eftir at skapa serstakar matupplivingar til øll høvi – veitslur ella hátíðarhald av ymsum slag. Alt eftir hvussu nógvir gestir tit eru, hava tit møguleika at sita á loftshæddini við útsýni yvir Vágsbotn ella á niðaru hæddini tætt við okkara veitslukenda barrøki og vínkjallara. 

Eru tit 8 gestir ella fleiri borðreiða vit við okkara føstu Skeivu matskrá sum, sum hóskar sera væl til bólkar. Matskráin inniheldur eitt spennandi úrval av italskt-inspireraðum rættum við føroyskum rávørum, sum broytast við árstíðini.

Vit borðreiða rættirnar í “familjustíli”, sum merkir, at tit býta matin ímillum tykkum. Um tit vilja hava vín ella annað at drekka afturvið matskránni, snikka vit fegin eina vínskrá ella drykkjuskrá saman til tykkara, sum sjálvandi hóskar til matskránna. Eisini eru tit vælkomin at síggja okkara vínkort frammanundan og sjálvi velja, hvat tit vilja hava at drekka.

Til bólkar við 12 gestum ella fleiri er neyðugt at gjalda fyri matskránna frammanundan. Vit bjóða endurgjald, um tit avlýsa í minsta lagi 48 tímar áðrenn bíleggingina á Skeiva Pakkhúsi. 

Um tit eru 40 ella fleiri gestir er neyðugt at leiga hølið. Skriva ein teldupost til okkara á skeivapakkhus@skeivapakkhus.fo og vit senda tykkum nærri kunning. 

Scroll to Top